
Bátastevna hevur verið í Vestmanna seinastu dagarnar, men hon hevur gingið friðarliga fyri seg, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Har var ein støða, har tað var komið til ilnar millum tvey fólk, men burtsæð frá tí, hevur verið friðarligt.
Í Havn var løgreglan boðsend í sambandi við ófrið á einum bústaði í gjár. Har handtók løgreglan ein persón, sum var ávirkaður av rúsdrekka, og viðkomandi slapp at sova rúsin av sær á løgreglustøðini.
Í nátt fekk løgreglan eisini eina fráboðan um ein persón, sum var ólátaður á Vaglinum, og løgreglan tók hann við sær á støðina. Tað vísti seg, at hann hevði hassj uppiá sær, og er hann sostatt skuldsettur fyri tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald