Mentan

Frí - nýggj skaldsøga eftir Jónu Joensen

Bókin er skrivað sum skaldsøga, men hon kann eisini nýtast sum ein kókibók, har lesarin finnur alskins uppskriftir, sigur Jóna, sum er úr Syðrugøtu men nú er búsitandi í Sveis – komandi dagarnar verða bókaframløgur kring landið

2025-10-27 15:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jóna Joensen úr Syðrugøtu gevur nú út skaldsøguna "Frí".

Bókin verður m.a. lýst soleiðis:

FRÍ er ein skemtilig bók til ung sum eldri við íblástri til matgerð, lívsstíl, sjálvbjargni, skapandi lív og gleðina at vera á ferð. Ein bók um forvitni, útilív og frísinnaði menniskju, sum finna gleðina í tí einfalda og siðbundna – við hjarta, hondum og hugflogið.

Bókin er skrivað sum skaldsøga, men hon kann eisini nýtast sum ein kókibók, har lesarin finnur alskins uppskriftir.

[object Object]

Jóna er búsitandi í Sveis, og íblásturin til "Frí" kemur frá bæði uppvøkstrinum í Føroyum, ferðum kring knøttin og lívinum á garðinum í Sveis, sum hon, saman við manni sínum Thomas, hevur umskapað til eitt gistingarhús og eina sjálvbjarna oasu við grønmeti, fruktum, urtum og víni.

Á garðinum finna trý ættarlið gleðina at skapa frá grundini. Afturat ból og bita bjóðar Jóna coaching og leirskeið í Ryfflihaus. "Frí" er hennara fyrsta bók.

Í sambandi við bókaútgávuna verða bókaframløgur á hesum støðum:

  • Sands Bókasavn mikukvøldið 29. oktober, kl. 19
  • HNJ Gamli Bókhandil hósdagin 30. oktober, kl. 16.30
  • Fiskastykkið Sandavágur leygardagin 1. november kl. 12.00
  • Testovan Marin Malena á Biskupsstøðgarðurin Klaksvík sunnudagin 2. november. kl. 16
  • Seglloftið á Tvøroyri mánadagin 3. november kl. 16.30
  • Býráðshúsið Norðagøta mikukvøldið 5. november. kl. 19

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder