Innanlands

Frensurin Kian varð skotin í eygað - máttu taka eygað burtur

- Eg helt ikki at slíkt hendi í Føroyum

Mynd: Djóralæknastovan

Mynd: Djóralæknastovan

2019-01-11 21:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Djóralæknastovan skrivaði í dag á Facebook um frensin Kian, sum er skotin í eygað. Hann hevði verið burtur í nakrar dagar, og tá hann kom aftur, hevði hann fingið skaða og eigarin kom á Djóralæknastovuna við honum.

Tað vísti seg, at frensurin varð skotin í vinstra eygað.

- Eygað hevði tikið so stóran skaða, at neyðugt var við skurðviðgerð. Eyga bleiv tikið burtur. Víðari kanningar vístu, at Kian ikki var skotin aðrastaðni og hann hevur tað gott nú, sigur Djóralæknastovan.

- Hvørki vit ella eigari veit nakað um, hvussu hann er skotin ella hví, verður sagt.

Sum skilst er hendingin farin fram í Norðoyggjum.

Síðani Djóralæknastovan skrivaði um hetta fyrr í dag eru nógvar viðmerkingar komnar.

- Eg helt ikki at slíkt hendi í Føroyum, sigur ein.

- Okkara frensur hevði eitt sár í høgra læri. Vit búgva í Hoyvík. Eg hugdi at honum tí hann fekk so illa gingið. Tað líktist eisini einum skotsárið. Virkuliga synd, viðmerkir ein annar.

- Tað er ræðuligt, at fólk kunnu verða so órein, sigur ein viðmerkjari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder