Uttanlands

Franskur sendiharri blakaður úr Hvítarusslandi

Sambært fleiri miðlum hitti hann ongantíð Hvítarussiska forsetan, Aleksandr Lukajsenko

Eins og onnur ES-lond, hevur Frakland ikki viðurkent valsigurin hjá Lukasjenko í fjør, tá hann sambært almennu tølunum vann stórt á forsetavalinum (Savnsmynd)

Eins og onnur ES-lond, hevur Frakland ikki viðurkent valsigurin hjá Lukasjenko í fjør, tá hann sambært almennu tølunum vann stórt á forsetavalinum (Savnsmynd)

2021-10-18 11:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nicolas de Lacoste, franski sendiharrin í Hvítarusslandi, fór av landinum í gjár, eftir at hvítarussiskir myndugleikar høvdu heitt á hann um at fara, upplýsir talsfólk hjá fronsku sendistovuni.

Hann fekk boð um at fara av landinum í seinasta lagi í dag, mánadagin. Upplýst verður ikki hví.

Sambært miðlum í Hvítarusslandi hitti Nicolas de Lacoste ongantíð Aleksandr Lukasjenko, forseta. Tað er annars ein partur av formalitetunum, tá mann tekur við sum sendiharri, skrivar Ritzau.

Frakland hevur, eins og onnur ES-lond, ikki viðurkent valsigurin, sum Lukasjenko sambært almennu tølunum, fekk á forsetavalinum í fjør. Hann er nú farin undir sítt sætta valskeið í embætinum.

Úrslitið av forsetavalinum elvdi til stór mótmæli í Hvítarusslandi í fjør, og stýrið hjá Lukasjenko slóð hart niður á mótmælisfólkini. Hetta fekk ES at seta í verk revsitiltøk móti stýrinum.

Bæði hvítarussiska andstøðan og óheftir eygleiðarar ivast í almenna valúrslitinum, sum gav Lukasjenko 80 prosent av atkvøðunum og andstøðuni 10 prosent. Í veruleikanum er tað umvent, halda tey.

Hvítarussiskir andstøðuleiðarar sita í dag annahvørt í fongsli, ella liva í útlegd uttanlands.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder