Mentan

Franskur myndlistafilmur í Filmsfelagnum

Mikudagin 15. mai sýnir filmsfelagið filmin "Bonnard: Pierre & Marthe" hjá franska leikstjóranum Martin Provost

2024-05-10 14:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 15. mai sýnir Filmsfelagið nýggja franska myndlistafilmin "Bonnard: Pierre & Marthe" í Havnar Bio.

Franski leikstjórin Martin Provost, sum fyrr hevur lýst Séraphine Louis (1864-1942), viðger í hesum filmi kærleikssøguna millum málaran Pierre Bonnard (1867-1947) og aristokratin Marthe de Méligny (1869–1942), sum sat fyri, og trúføst hjálpti honum, tá hann málaði.

Hóast hon sæst í fleiri verkum, vóru tey ikki altíð samd í gerandisligu tilveruni, men hildu kortini saman. Myndaevnini og mátin hann viðger tey, hava elvt til at Pierre Bonnard varð nevndur "peintre du bonheur", "intimiste bourgeois" ella "dernier des impressionnistes".

Eftir at vit fáa innlit í fyrstu árini, hevur leikstjórin valt trý ár at lýsa samlívið teirra millum, 1914, 1918 og 1942. Høvuðsleiklutirnar í franska myndlistafilminum hava Cécile de France sum Marthe og Vincent Macaigne sum Pierre.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder