Uttanlands

Franskur dómari skal kanna drápið av Khashoggi

Saudiarabiski journalisturin, sum hevði verið sera atfinningarsamur móti saudiarabisku stjórnini, varð dripin á einum konsuláti í Istanbul í 2018

Jamal Khashoggi (Savnsmynd)

Jamal Khashoggi (Savnsmynd)

2026-05-17 16:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein franskur dómari hevur fingið til uppgávu at standa á odda fyri einari kanning av drápinum av saudiarabiska journalistinum Jamal Khashoggi, skrivar Ritzau.

Khashoggi, sum varð dripin á saudiarabiska konsulátinum í Istanbul í oktober 2018, arbeiddi fyri amerikanska blaðið The Washington Post, har hann skrivaði sera atfinningarsamt um saudiarabiska stýrið, harundir saudiarabiska krúnprinsin.

Khashoggi var farin á konsulátið eftir vígsluskjølum men kom ongantíð út harfrá á lívi.

Ein amerikonsk frágreiðing hevur staðfest, at saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammed bin Salman hevði ábrygdina av drápinum. Sjálvur hevur hann noktað at hava givið nøkrum boð um at drepa Khashoggi, men hann viðgongur, at hann hevur ábyrgdina sum krúnprinsur.

Í 2022 steðgaði ein turkiskur dómstólur einum máli móti 26 saudiarabiskum persónum, sum vóru undir illgruna í málinum og flutti málið til Saudiarabia.

Eftir at saudiarabiski krúnprinsurin varð útnevndur til forsætisráðharra í landinum, fekk hann løgfrøðiligt órin frá USA. Hetta hevði við sær, at ein samveldisdómstólur avvísti eitt sivilt rættarmál frá unnustuni hjá Khashoggi.

Fronsk lóggáva loyvir dómarum at fara undir kanningar av ávísum álvarsomum brotsverkum, sum eru framd uttanlands, hóast tað vanliga er krav, at persónar undir illgruna skulu vera á franskari jørð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder