Uttanlands

Framvegis vandi fyri flóðaldum í Indonesia

Ávaringarskipanin kiksaði – næstan 300 deyð higartil

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-12-24 10:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein oyðileggjandi flóðalda rakti leygarkvøldið sundið millum Java og Sumatra í Indonesia, og nú ávara serfrøðingar um, at fleiri flóðaldur kunnu vera ávegis, skrivar BBC.

Ein talsmaður fyri mundugleikarnar heitir á øll, sum búgva í økinum um at leita sær burtur frá strondunum. Tað goysir nevnilig aframvegis úr eldkosinum á lítlu oynni Anak Krakatau, sum liggur mitt úti í sundinum.

Eldgosið verður mett at vera orsøkin til flóðalduna í leygardagin. Upprunaliga søgdu myndugleikarnir annars, at talan bert var um vandaleysar bylgjur, og tí vórðu íbúgvarnir í økinum ikki fyrireikaðir til ógvusligu vatnmongdinar, sum skolaðu inn yvir land.

- Tað er fullmáni, og tí er høg flóð. Takið tað róligt, skrivaði indonesiska veðurstovan fáar tímar innan flóðaldurnar raktu. Ein talsmaður fyri myndugleikarnar hevur síðan biðið um umbering fyri skeivu upplýsingarnar.

Eygnavitni hava greitt frá, hvussu tey máttu renna fyri lívinum undan aldunum, ið vóru metrurhøgar. Higartil verður mett, at flóðaldan hevur tikið 281 mannalív.

Yvir 1.000 hava fingið skaða, og nógv eru enn ikki afturíafturkomin, upplýsa landsins vanlukkumyndugleikar.

Flóðalduávaringarskipanin í Indonesia hevur ikki riggað síðan 2012, verður nú ásannað. Vantandi ávaringar verða nú eisini sagdar at vera orsøkin til, at næstan 2.000 fólk doyðu í september, tá ein flóðalda rakti býin Palu á oynni Sulawesi eystan fyri Borneo. Hetta hendi eftir ein jarðskjálvta á leiðini.

Indonesiski forsetin, Joko Widodo hevur, sambært BBC, nú givið veðurstovuni, sum eisini hevur ábyrgdina av at ávara móti jarðfrøðiligum hendingum, boð um alt fyri eitt at fáa til vega nýggjar varnarar, sum kunnu ávara fólkið, áðrenn flóðaldurnar raka, skrivar dr.dk.

Sí: Video: Flóðalda avbreyt konsert í Indonesia 

[object Object]
(Mynd: EPA) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder