Viðareiðistunnilin er framvegis stongdur, og víst verður til gomlu farleiðina.
Tunnilin hevur verið stongur síðan mánadagin, og hann letur so ikki upp í dag. Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur við útvarpið, at nærri kunning kemur í morgin.
Sproytibetong er koyrt upp undir loftið og nú verður boltað. Arbeiðið er komið væl áleiðis. Síðani skal tunnilin ruddast og vaskast, og kann síðan latast upp fyri ferðslu atftur.
Orsøkin til, at tunnilin varð stongdur var, at sprungur vóru staðfestar í betonginum umleið 1400 metrar inni í tunlinum Hvannasundsmegin. Kanningar eru framvegis í gongd, sum skulu staðfesta, hví rivur eru komnar í betongið.
Tunnilin varð boraður í 2016, og í 2019 varð hann seinast kannaður av Rambøll, sum ikki hevði nakra viðmerking tá.
Les eisini: Óvanligt at síggja slíkar rivur - tí varð acgerð tikin um at steingja tunnilin beinanvegin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald