Innanlands

Framvegis hált kring landið

Í gjárkvøldið vóru nøkur ferðsluóhapp í hálkuni, men nátt og í morgun hava tó higartil ongar fráboðanir verið um fleiri hálkuóhapp, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-03 09:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið ávaraðu Landsverk og løgreglan um, at tað var hált um alt landið og jarðrok í ælunum, og boðað varð eisini frá fleiri óhappum í hálkuni - uttan fólkaskaða. Les meira her.

Náttin hevur tó verið øgiliga friðarlig, verður upplýst av løgreglustøðini í Havn, og seinastu tímarnar hava ongar fráboðanir verið um óhapp í hálkuni.

Tað er tó framvegis hált kring landið. Landsverk ávarar um hálku á m.a. Dalavegnum til Viðareiðis, Kambsdali, Tjørnuvíkarvegnum, Høgareyni, Vatnsoyrum, við Velbastaðháls og á Porkerishálsi. Sí koyrilíkindini hjá Landsverki her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder