
Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at ferðslukanningar vórðu gjørdar í Eysturoynni í gjár.
Fimm mál vóru niðurskrivaði, og fýra teirra snúði seg um fólk, sum tosaðu í telefon, meðan tey koyrdu bil - væl at merkja førarar sum hildu í telefonini. Hetta gevur bót á 1.500 krónur, og vaktleiðarin staðfestir, at tað framvegis er ein trupulleiki, hóast flestu bilar nú hava hátalarar at tosa í, og at møguleikar er at koyra okkurt í oyruni.
Ein annar bilførari fekk bót fyri at koyra júst 70 km/t í bygdum øki. Av tí at tað ikki var omanfyri 70 km/t, fekk viðkomandi "bara" bót og ikki klipp eisini.
Løgreglan var úti í Klaksvík, har ungdómar hugnaðu sær, í samband við at fólkaskúlin hjá teimum er av. Summi høvdu koyrt vespappír um húkin á Borðoyavík - ið tey sjálvi sluppu at taka burtur - nakað av órógvandi larmi var, og so var eisini ein roynd gjørd at forða ferðslu við eingum togi ella líknandi. Hetta eydnaðist tó ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald