– Ein rúgva av stórum framstigum vórðu gjørd móti at fáa ein enda á krígnum.
Soleiðis segði amerikanski forsetin, Donald Trump á tíðindafundi í gjár eftir at hava fundast í fleiri tímar við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj í Florida.
Hvørji framstig talan er um, og hvussu langt partarnir eru frá einari veruligari friðaravtalu er tó ógreitt.
Ukrianski forsetin hevur tó eisini boðað frá týðandi úrslitum.
– Vit samdust um, at verjutrygd er avgerandi fyri varandi friði, og toymi okkara halda fram við arbeiðnum, skrivar Zelenskyj sambært Ritzau og leggur afturat, at partarnir eru samdir um 90 prosent av nýggju ætlanini í 20 punktum, sum m.a. varð umrødd á fundinum.
Eitt, sum partarnir ikki hava funnið semju um, er spurningurin um landaøki. Russland hevur kravt at fáa alt Donbas-økið í Eysturukraina, hóast Ukraina framvegis hevur ræðið á umleið 10 prosent av økinum.
– Eg vil siga, at vit eru ikki blivnir samdir. Men vit eru komnir nærri, segði Trump, tá hann varð spurdur um hetta á tíðindafundinum.
Trump heitti á Ukraina um at gera eina avtalu við Russland, og er ikki óhugsandi, at nøkur landaøki verða latin Russlandi.
Trump vildi ikki siga nakað um, nær ein avtala kundist væntast at vera komin uppá pláss.
– Um tað gongur sera væl, kanska um fáar vikur. Men gongur tað veruliga illa, so hendir tað ikki. Um fáar vikur vita vit, hvat fer at henda. Samráðingarnar hava verið torførar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald