
Hanna Jensen dregur ikki somu linju sum floksfelagarnir Árni M. Dam og Karlot Hergeirsson í málinum um fosturtøku.
- Rætturin til lívið kemur framum persónliga frælsi í hesum førinum, staðfesti Hanna Jensen á tingsins røðarapalli í kvøld.
Í fjør atkvøddu tvey av trimum tingfólkum hjá Framsókn ímóti fosturtøkuuppskotinum hjá egna landsstýrismanni.
Hanna Jensen og Sólvit Nolsø trýstu á nei-knøttin, og varð hetta avgerandi partur av, at tað stóð 15-15, og at uppskotið hjá Bjarna Kárason Petersen fall.
Tá Sólvit Nolsø fór úr politikki seint í summar varð greitt, at "gróðarlíkindi" vóru fyri at gera tað óvanliga at bera uppskotð fram aftur. Hetta tí at varamaðurin í Framsókn, Árni M. Dam, er fyri fosturtøkuuppskotinum.
Tað gjørdi hann eisini greitt, tá hann tók orðið fyrr í kvøld. Árni M. Dam er á somu linju sum floksfelagin og uppskotstillarin fyri Framsókn, Karlot Hergeirsson: Tað skal vera kvinnan og ikki læknin, sum skal hava avgerðarættin.
Hanna Jensen dregur ikki somu linju sum Árni M. Dam og Karlot Hergeirsson í hesum málinum
(Myndir: Jens Kr. Vang)
Hanna Jensen er einasta tingkvinnan hjá Framsókn, og hon hevur ikki broytt hugsan í málinum - heldur ikki eftir at Ruth Vang eftir hendingina í fjør hevur "strammað" linjuna í flokkinum.
- Rætturin til lívið kemur framum persónliga frælsi í hesum førinum, staðfestir framsóknarkvinnan.
Hanna Jensen segði á tingsins røðarapalli, at lívið er grunnleggjandi - allan vegin. Hetta er ikki nakað, sum hon kann standa inn fyri, at man fer og ger nakað við; hóast man gongur inn fyri kvinnurættindum.
Tað vera tríggjar nei-atkvøður úr samgonguni. Hetta er greitt longu undir fyrstu viðgerð. Umframt Hannu Jensen hevur Jóannis Joensen verið á tingsins røðarapalli og staðfest sína støðu, sum hann hevði í fjør eisini. Javnðarfloksfelagin Henrik Old fer ikki at broyta hugsan heldur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald