
Okkurt bendir á, at poltikarar í samgonguni royna at kanna møguleikarnar fyri at skipa samgonguna eitt sindur øðrvísi, um politiska kabalin ikki skuldi gingið upp í heyst, tá fíggjarlógin skal leggjast fram.
Hetta skrivar Dimmalætting á heimasíðuni.
Sambært keldum hjá Dimmalætting, sum eru uppi í málinum, hevur samskifti verið ímillum politikarar úr Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi øðrumegin, og Miðflokkin hinumegin. Endamálið er at fáa Miðflokkin upp í samgonguna, men enn er eingin ítøkilig niðurstøða.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, tvíhalda um, at einki er í umbúna. Heldur ikki Jenis av Rana vil gera viðmerkingar til Dimmalætting.
Um Miðflokkurin fer upp í samgonguna, krevur tað, at etisk mál verða løgd til síðis.
Val skal í seinasta lagi vera í desember 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald