Mentan

Framhald um dinosaurarnar

Bókadeildin gevur út aðru bókina í røðini um Dinosauravinir

2021-01-27 18:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í heyst gav Bókadeild Føroya Lærarafelags út bókina “Dinosauravinir – Eggið”. Bókin fekk sera góða móttøku og varð skjótt útseld. Nú eru føroyskir dinosaurafjepparar hepnir, tí Bókadeildin gevur út framhald av bókini. Framhaldið kallast “Dinosauravinir – Svimjikappingin”. 

Í framhaldinum lesa vit aftur um dinosaurin Rasmus Rex. Hann er á sandinum saman við allari familjuni og sínum besta vinmanni, Trygva. Rasmus dugir ikki so øgiliga væl at svimja, so tað er nokk so strævið, tá stóribeiggin, Regin, bjóðar Rasmusi og Trygva av í svimjikapping. Mamma Rex sigur, at eitt risastórt sjóskrímsl er í vatninum, og at teir ikki sleppa at svimja út til oynna. Hetta verður ein spennandi svimjikapping við nógvum nýggjum dinosauraupplivingum. 

Lars Mæhle skrivaði, Lars Rudebjer myndprýddi, og Silja Aldudóttir týddi úr norskum. Bókin er innbundin, 45 síður og til børn, sum eru umleið 6-9 ár.  

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder