Uttanlands

Frámæli um ferðing til Ísraels er tikið burtur

Danska uttanríkisráðið hevur annars síðani juli í fjør mælt frá at ferðast til Ísrael. Tó verður framvegis mælt til varðsemi, og mælt verður frá ferðum til landamørkini við Libanon og Gaza

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2025-11-11 17:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danska uttanríkismálaráðið kom mitt í juni 2024 við einum frámæli um ferðing til Ísraels. 

Hetta var sjálvandi vegna krígsstøðuna í Miðeystri.

Tað er framvegis ikki púra friðarligt, men nú verður linkað frá danskari síðu.  Udenrigsministeriet boðar í dag frá, at hetta frámæli er tikið aftur.

Hóast tað verður mælt til varðsemi, um ferðast til til Ísrael ella øki kring tað - millum annað Jerusalem.

Mælt verður framvegis frá ferðum til landamørkini við Libanon og Gaza, umframt hersett øki við Golanheyggjarnar, skrivar uttanríkismálaráðið í Danmark.

Í síðsta mánaða varð ein fyribils vápnahvíld avtalað millum Hamas og Ísrael.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder