Innanlands

Frámæla allari ferðslu úti á Enni í Fuglafirði

Tamarhald er á støðuni. Fólk verða biðin um at vísa størsta varsemi og at koyra niðanfyri Pelagos, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-03 12:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan frámælir í løtuni allari ferðslu úti á Enni í Fuglafirði.

– Í løtuni er nógvur vindur úti á Enni í Fuglafirði. Vegurin er stongdur frá Bergfrost og víðari út til Vónina. Á økinum standa høgar stilladsur rundanum nakrar oljutangar, og tí er sera ótrygt á staðnum, skrivar løgreglan á Facebook.

Fuglafjardar sløkkilið er til staðar og arbeiðir við at tryggja støðuna, verður sagt.

Dagføring kl. 13.33: Løgreglan sigur, at tamarhald er á støðuni. Fólk verða biðin um at vísa størsta varsemi og at koyra niðanfyri Pelagos.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder