Uttanlands

Frákoyrdi verjumálaráðharrin krevur val í Ukraina

Mikhailo Fedorov bjóðar Zelenskyj av – krevur forsetaval hóast kríggj er.

Mikhailo Fedorov (Mynd: John Thys/AFP/Ritzau Scanpix)

Mikhailo Fedorov (Mynd: John Thys/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-19 18:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi verjumálaráðharrin í Ukraina, Mikhailo Fedorov, krevur nú, at forsetaval verður hildið í Ukraina í krígstíð. Hetta er ein beinleiðis avbjóðing til sitandi forsetan, Volodymyr Zelenskyj

Fólk tyrptust á gøtunum, tá tað frættist, at forsetin hevði tikið avgerð um at siga Fedorov úr embætinum sum verjumálaráðharri.

Í eini videorøðu sigur Fedorov, at Ukraina hevur brúk fyri eini lógligari, tryggari og veruligari tilgongd til at hava val, hóast drúgt kríggj er.

- Vit kunnu ikki lata Putin gera av, nær ukrainar sleppa at velja sína stjórn, sigur Fedorov í røðuni. Hann leggur afturat, at tað júst er fólkaræðið, sum er orsøk til, at Ukraina er í stríði í dag.

- Fólkaræði er ikki nøkur luksusvøra í friðartíð, segði hann og legði afturat, at Ukraina væl kann fara í kríggj, og framvegis vera eitt demokratiskt land.

[object Object]Fólk tyrptust á gøtunum í Kyiv at mótmæla tá tað frættist, at Fedorov varð koyrdur frá sum verjumálaráðharri (Mynd: Serhii Okunev/AFP/Ritzau Scanpix)

Í røðuni eftirlýsir Fedorov eisini størri gjøgnumskygni frá statinum viðvíkjandi mutri og ineffektiviteti.

- Fólk krevja ikki, at staturin ongantíð ger mistøk. Men fólk hava rætt til at hoyra sannleikan, segði hann.

Røðan var almannakunngjørd nakrar tímar eftir, at Zelenskyj forseti hóskvøldið alment tilnevndi Jevheni Khmara til nýggjan verjumálaráðharra. Setanin skal tó fyrst góðkennast av ukrainska tjóðartinginum, Rada.

Khmara hevur leingi arbeitt í ukrainsku trygdartænastuni, SBU, eitt nú sum leiðari fyri deplinum, sum hevur ábyrgdina av álopunum inni í Russlandi. Hann stóð eisini á odda, tá Zmiinyi oyggin í Svartahavinum, eisini kallað ormaoyggin, varð tikin aftur frá russum í 2022.

[object Object]
Nýggi ukrainski verjumálaráðharrin, Jevgeny Khmara (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

Zelenskyj segði Mykhailo Fedorov úr starvi í farna mánaði, men hevur síðan boðið honum aðrar sessir í stjórnini. Men Fedorov hevur sagt, at hann kemur ikki aftur uttan so at hann vær sama sess.

Fedorov var ein av best umgóktu ráðharrunum í stjórnini, orsaka av hansara nýskipanum í verjumálaráðnum, og arbeiðinum av víðka um dronuførleikarnar hjá Ukraina.

Sambært ukrainsku grundlógini ber ikki til at hava val í krígsstøðu. Tí er eisini ógreitt, um nakað val kann skipast, so leingi kríggið herjar.

Milliónir av ukrainum eru flýdd úr landinum orsaka av krígnum, og í løtuni er umleið ein fimtapartur av landinum hersettur. Støðugu álopini vildu eisini gjørt tað trupult at tryggja, at allir borgarar í landinum fingu møguleika at nýta sín valrætt, skrivar finska kringvarpið, Yle. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder