placeholder
Uttanlands

Frakland, Turkaland og Grikkaland samstarva um at flyta sivilfólk úr Mariupol

Franski forsetin, Emmanuel Macron vónar, at tað verður møguligt ein av komandi døgunum

Franski forsetin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)

Franski forsetin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)

2022-03-26 12:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frakland arbeiðir saman við Turkalandi og Grikkalandi við at fremja eina sonevnda "humanitera atgerð" í ukrainska býnum Mariupol.

Franski forsetin, Emmanuel Macron segði eftir ES-toppfundin í Brússel í gjár, at hann vónar, at tað verður møguligt at flyta sivilfólk úr býnum ein av komandi døgunum.

Hann segði eisini, at hann hevði tosað við borgarstjóran í Mariupol, og at hann fór at tosa við russiska forsetan, Vladimir Putin innan 48 ella 72 tímar fyri at fáa semju um eina mannagongd.

Áðrenn kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar, búðu 400.000 fólk í Mariupol. Býurin er millum teirra, sum er vorðin harðast raktur av russisku innrásini.

Sambært Ritzau verður hildið, at tíggjutúsundatals fólk eru fangað í býnum uttan atgongd til nóg mikið av mati, vatni og hita. Ein stórur partur av býnum er eisini oyðilagdur av bumbuálopunum.

Myndugleikarnir í Mariupol hava sagt, at yvir 2000 fólk eru dripin í býnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder