Tamarhald er nú á náttúrueldunum, sum seinastu tíðina hava herjað í Fraklandi, boðaði franski forsætisráðharrin, Sébastien Lecornu frá leygardagin.
Stór øki í landinum eru brend, og túsundatals fólk eru flutt burtur úr raktu økjunum. Fleiri hava tó fingið loyvi at fara heim aftur.
Eitt nú í økinum Gironde, nærindis Bordeaux, eru 42.000 hektarar av skógi undir øsku, og 240 bústaðir eru lagdir í oyði. Har hava 224.000 fólk fingið loyvi at fara heim aftur, skrivar Ritzau.
Leygardagin varð boðað frá, at m.a. tamarhald var á eldinum nærindis Bordeaux. Eldurin sigst at vera tann størsti í Fraklandi síðan 1949.
Sambært íbúgvum í økinum kyknaði eldurin av óvart orsakað av neistum úr einari maskinu.
Síðan hava sløkkiliðsfólk, eldsløkkingarflogfør og sjálvboðin arbeitt við at fáa tamarhald á eldinum.
Tilsamans 92.000 hektarar eru lagdir í oyði av náttúrueldunum í Fraklandi. 308 fólk eru handtikin í sambandi við eldinum, harav 33 eru í varðhaldi hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald