Uttanlands

Frakland sýtir børnum undi 15 ár atgongd til sosialar miðlar

Ætlanin er at bannið skal setast í verk við skúlaársbyrjan í september. Uppskotið skal fyrst góðkennast í ovara kamarinum í franska tjóðartinginum

Emmanuel Macron á skúlavitjan (Savnsmynd: EPA)

Emmanuel Macron á skúlavitjan (Savnsmynd: EPA)

2026-01-27 07:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Undirhúsið í Franska tjóðartinginum hevur samtykt eitt lógaruppskot, ið bannar børnum og ungum undir 15 ár at fáa atgongd til sosialar miðlar.

Ætlanin er, at bannið skal hava virkna frá skúlabyrjan 2026 í september. Men fyrst skal tað góðkennast í senatinum, ovara kamarinum í franska tjóðartinginum, skrivar Reuters.

Lógvávan kemur í kjalarvørrinum á vaksandi stúranini fyri happing, bundinskapi og ávirkanini, sum sosialir miðlar hava á heilsuna hjá børnum.

Fartelefonir hava verið bannaðar á fronskum skúlum fyri børn undir 15 ár síðan 2018. Men við nýggju lógini verður hetta bann eisini galdandi fyri miðnámsstig, t.e. ung millum 15 og 18 ár.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur fleiri ferðir peikað á sosialar miðlar, sum ein viðvirkandi orsøk til harðskap millum ung, og hann hevur havt eitt ynski um, at bannið kann setast í verk longu til komandi skúlaársbyrjan.

Franska átakið líkist nógv slóðbrótandi banninum, sum Avstralia hevur sett móti sosialum miðlum fyri børn undir 16 ár. Avstralska bannið varð sett í verk í desember, og umfatar pallar so sum Facebook, Instagram, Snapchat, TikTok og YouTube. Henda skipan verður nú kannað av fleiri evropeiskum londum, teirra millum Danmark, Bretlandi, Spania og Grikkalandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder