Uttanlands

Frakland: Nýtt roykiforboð í gildi í dag

Nú er tað m.a. bannað at roykja á strondum og í parkum – Endamálið við nýggju lógini er at verja børn móti passivari royking

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-06-29 13:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Fraklandi er tað nú bannað at roykja á strondum og í parkum.

Forboðið, sum kom í gildi í dag, er partur av einari nýggjari lóg, sum hevur til endamáls at verja børn móti passivari royking.

Umframt at tað er bannað at roykja á strondum og parkum, er heldur ikki loyvt at roykja í busskýlum ella innan fyri 10 metrar frá bókasøvnum, svimjihallum og skúlum.

Franski heilsumálaráðharrin upplýsir, at mann komandi dagarnar fer at seta skelti upp, sum vísa, hvussu langt frá hesum økjum mann sleppur at roykja.

Roykir mann á hesum støðum kortini, kann mann fáa eina bót á millum 135 og 700 evrur, sum svarar til millum 1.000 og 5.000 krónur, skrivar Ritzau.

Barrir og matstovur eru ikki umfataðar av banninum, sum heldur ikki er galdandi fyri e-sigarettir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder