Uttanlands

Frakland: Konsulátið í Nuuk letur upp 6. februar

Konsulátið skal styrkja samstarvið millum londini

Tað var undir vitjan í Grønlandi í summar, at franski forsetin, Emmanuel Macron boðaði frá ætlanini um at lat aupp eitt franskt konsulát í grønlendska høvuðsstaðnum (Mynd: EPA)

Tað var undir vitjan í Grønlandi í summar, at franski forsetin, Emmanuel Macron boðaði frá ætlanini um at lat aupp eitt franskt konsulát í grønlendska høvuðsstaðnum (Mynd: EPA)

2026-01-14 15:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá franski forsetin, Emmanuel macron vitjaði í Grønlandi síðsta summar boðaði hann frá ætlanum um at lat aupp eitt franskt aðalkonsulát í Nuuk, og nú boðar franski uttanríkismálaráðharrin, Jean-Noël Barrot frá, at ætlanin er at lata upp 6. februar.

Konsulátið skal styrkja samstarvið millum londini.

Seinastu tíðina hevur amerikanski forsetin, Donald Trump endurtikið ynskið um at yvirtaka Grønland. M.a. hevur hann sagt, at USA eigur at USA hevur tørv á Grønlandi av trygdarávum.

Franski uttanríkismálaráðharrin sigur, sambært Ritzau, at talan er um avnoyðslu.

– At leypa á ein annan Nato-lim gevur ikki meining. Tað hevði harvið verið í st´rið við áhugamálini hjá USA. Og tí skal hendan avnoyðslan sja´lvandi steðga, sigur hann.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder