Innanlands

Fráfaringargudstænasta í Christianskirkjuni

Hanus á Gørðum takkar fyri seg sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi. Gudstænastan byrjar klokkan 11

(Mynd: Fólkakirkjan)

(Mynd: Fólkakirkjan)

2024-04-28 09:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir 16 árum sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi, takkar Hanus á Gørðum fyri seg.

Tað var hin 1. august 2008, at Hanus á Gørðum varð spurdir av Jógvani Fríðrikssyni at koma til Klaksvíkar sum vikarur í prestagjaldinum. Magnus B. Jørgensen var vorðin sjúkur og Niels Pauli Danielsen var við at fara frá sum sóknarprestur vegna aldur. 10. januar 2010 varð Hanus so settur í fast starv sum sóknarprestur við kirkjubóka - og jarðaferða myndugleika.

Hetta embætið hevur hann røkt, til hann 5. mai verður innsetur í Vesturkirkjuni sum sóknarprestur í Suðurstreymoyara vestara prestagjaldi við høvuðsábyrgd av Landssjúkrahúsinum og Varðhaldinum.

Les eisini: Hanus á Gørðum nýggjur sjúkrahús- og fongsulsprestur

Sunnumorgunin heldur Hanus sína seinastu gudstænastu í Christianskirkjuni sum sóknarprestur í økinum. Nakað verður gjørt burturúr. Klaksvíkar Hornorkestur spælir sálmaløg í kirkjuni frá klokkan 10.45 til kirkjuklokkan kallar fólkið saman. Kórið í Christianskirkjuni luttekur eisini við sangi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder