Mentan

Frá Heilsuskúla til Fróðskaparsetur

Skjótt verður eftir ætlan møguligt at lesa víðari á Setrinum við prógvi frá Heilsuskúlanum – Uppskotið um broyting í kunngerðini um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya er send til hoyringar

Hetta er eitt týdningarmikið stig móti einari greiðari útbúgvingarleið til teirra, sum longu starvast innan heilsu- og námsfrøðiliga økið,
sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum (Savnsmynd)

Hetta er eitt týdningarmikið stig móti einari greiðari útbúgvingarleið til teirra, sum longu starvast innan heilsu- og námsfrøðiliga økið, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum (Savnsmynd)

2025-10-13 14:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skjótt verður møguligt at lesa víðari á Fróðskaparsetrinum við prógvi frá Heilsuskúlanum. Heilsurøktara til sjúkrarøktarfrøðing og námsfrøðihjálparar til námsfrøðing.

Broytingin styrkir møguleikarnar fyri fakligari menning og hægri útbúgving innan vælferðarøkið, og tryggjar smidligari útbúgvingarleiðir og harvið eisini betri møguleikar fyri lívlangari læru.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, heitti á Fróðskaparsetur Føroya um at virka saman við Barna- og útbúgvingarmálaráðnum at finna ein leist fyri, hvussu manglandi samanhangurin millum hesar báðar útbúgvingarstovnarnar kundi verið loystur.

Nú er ein semja funnin, og farið verður undir at broyta upptøkukunngerðina fyri Fróðskaparsetrið, so broytingin kann setast í verk.

– Hetta er eitt týdningarmikið stig móti einari greiðari útbúgvingarleið til teirra, sum longu starvast innan heilsu- og námsfrøðiliga økið,
sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.

Hoyringin av kunngerðarbroytingini er nú send út, og møguleiki er at koma við viðmerkingum. Hoyringarfreistin er 6. november 2025. Hoyringssvar kunnu sendast til [email protected].

Barna- og útbúgvingarmálaráðið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder