Mitt í øllum politiska meldrinum fyllur fótbóltur framvegis nakað á FM1, og sagt verður frá øllum dystunum í 3. umfari í Meistaradeilini hjá monnum. Allir, uttan tann í gjár, vórðu fluttir vegna vána veðurforsøgn sunnudagin:
3. umfar
Í kvøld, fríggjadagin 20. mars
18.30: EB/Streymur - KÍ
Í morgin, leygardagin 21. mars
17.00: B36 - B68
18.00:07 Vestur - Skála
18.30: NSÍ - AB
Mánadagin 23. mars
18.30: Víkingur - HB
Á FM1 verður byrjað við Fótbóltsskýlinum (upptakssending) í dag klokkan 15.05 og sunnukvøldið klokkan 19.30 taka tey samanum sendingini í "3. hálvleikur" - og hyggja fram til HB-Víking
Vit hita upp til umfarið klokkan 15, tá Leivur Frederiksen og Fannhard Antonsson Skoradal, og síðani eisini Trygvi Absalonsen, koma á gátt í rásarúminum.
Teir fara at hyggja uppá 3. umfar og eisini tosa um tendensirnar higartil í kappingini.
Fannhard Skoradal hevur júst verið í Slovenia sum venjari hjá U17-gentunum, sum hava staðið seg væl. Hetta fara vit at tosa eitt sindur um, umframt Meistaradeildina hjá kvinnum, sum byrjar í dag.![]()
Fannhard Antonsson Skoradal (Mynd: Sverri Egholm)
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum
Sendingin byrjar beint eftir tíðindini klokkan 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald