Innanlands

Fosturtøkumálið verður lagt fram fyri aðru ferð

Tað er ógvuliga óvanligt, at eitt fallið mál verður lagt fram aftur í sama valskeiði. Framløga er klokkan 14 - málið um fría fosturtøku fram til 12. viku fer helst til fyrstu viðgerð hósdagin

Hesaferð er tað ikki landsstýrismaðurin í lógarmálum, sum leggur málið fram. Floksfelagi Bjarni Kárasons Petersen í Framsókn, Karlot Hergeirsson, er ein av fýra uppskotsstillarum. Øll eru tingfólk - ein úr andstøðuflokki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hesaferð er tað ikki landsstýrismaðurin í lógarmálum, sum leggur málið fram. Floksfelagi Bjarni Kárasons Petersen í Framsókn, Karlot Hergeirsson, er ein av fýra uppskotsstillarum. Øll eru tingfólk - ein úr andstøðuflokki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-23 13:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

15. mai 2024 fall málið um nýggja fosturtøkulóg, sum Bjarni Kárason Petersen hevði lagt fyri tingið, við aðru viðgerð. Hetta við 15 atkvøðum fyri og 15 atkvøðum ímóti.

Nú, beint yvir 16 mánaðir seinni, verður sama uppskot lagt fram aftur. Hesaferð er tað ikki landsstýrismaðurin í lógarmálum, ið leggur tað fyri Løgtingið. Heldur verða tað Ingilin Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum, Karlot Hergeirsson úr Framsókn, Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi og Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum. Øll løgtingsfólk.

Sí eisini: Hervør Pálsdóttir aftur úr barnsburðarfarloyvi: - Klári ikki at sita uttanfyri og hyggja at

Júst tað at Eyðdis Hartmann Niclasen er millum tey, ið bera málið fyri tingið aftur, hevur elvt til innanhýsis ósemju og nakað av sundurlyndi í Sambandsflokkinum. Fyrsti flokslimurin er longu farin vegna málið, og fleiri veljarar, og sum skilst eisini nakrir tinglimir, eru ógvuliga ónøgdir við, at eitt umboð fyri Sambandsflokkin er við at fáa málið fram aftur.

Jóhan Dahl hevur eisini gjørt greitt, at hann fer at atkvøða fyri aftur. Harvið "javnar tað yvirtalið hjá samgonguni út", við tað at Jóhannis Joensen og Henrik Old úr Javnaðarflokkinum eru ímóti uppskotinum.

[object Object]

[object Object]
At partur av Sambandsflokkinum stuðlar samgonguni í málinum, og at Árni M. Dam nú er inni sum varamaður fyri Framsókn, sær út til at verða tungan á vágskálini í málinum (Savnsmyndir: Sverri Egholm)

Nú Árni M. Dam sigur á Løgtingi fyri Framsókn heldur enn Sólvit Nolsøe, fer tað eftir øllum at døma at standa 17-16 fyri uppskotinum, tá tað fer til aðru viðgerð seinni í heyst. Júst hendan broytingin í tingsamansetingini, og munurin á hvar omanfyrinevndu menn standa í málinum, er helst høvuðsorsøk til, at tað kemur fyri enn einaferð.

Fyrst skal málið tó leggjast fram fyri tingið og síðani til fyrstu viðgerð. Eitt mál er á tingskránni í dag, 23. september: Framløga. Hon byrjar um ein tíma, klokkan 14. 

Sum skilst fer málið um fría fosturtøku fram til 12. viku og størri rættindi hjá kvinnum á økinum til fyrstu viðgerð hósdagin 25. september. Men hví verður tað lagt fram aftur?

Tað er óvanligt - og so at siga óhoyrt - at eitt fallið mál verður lagt fram aftur í sama valskeiði. Tað snýr seg sjálvandi um, at har eru fólk í serliga samgonguni og í baklandinum, sum brenna fyri hesum málinum.

Tað snýr seg eisini um nakað taktiskt; millum annað tí at val nú nærkast. Ein av uppskotsstillarunum, Karlot Hergeirsson, segði við Kringvarpið fríggjadagin, at tá hugt verður eftir samansetingini í samgonguni nú, og hvussu hon so helst fer at síggja út næsta val - við Fólkaflokkinum sum størsta flokki - so er hetta møguleikin í tættastu framtíð. Tinglimurin úr Framsókn, sum hevur ført seg fram við millum annað fríari ræsum innan fosturtøku, vísti á, at "hetta er at taka rættin og avgerðina frá læknunum og geva tað til kvinnuna".

Dagført: 13.08

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder