Innanlands

Fosturtøkumálið: Formaðurin í Sambandsflokkin ynskir ikki at gera almennar viðmerkingar

Ikki fyrr enn málið er endaliga viðgjørt innanhýsis. Nakað av órógvi tykist vera komið í flokkinum, nú málið eftir øllum at døma kemur fyri aftur

Eyðdis Hartmann Niclasen og Jóhan Dahl atkvøddu fyri, tá málið kom fyri í fjør, men tað er eingin ivi um, at man aðrastaðni í tingbólkinum ikki vil hava málið fram aftur - og so slett ikki við einum tinglimi hjá Sambandsflokkinum sum eitt av oddafólkunum. Bárður á Steig Nielsen atkvøddi sjálvur ímóti málinum um fría forsturtøku í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðdis Hartmann Niclasen og Jóhan Dahl atkvøddu fyri, tá málið kom fyri í fjør, men tað er eingin ivi um, at man aðrastaðni í tingbólkinum ikki vil hava málið fram aftur - og so slett ikki við einum tinglimi hjá Sambandsflokkinum sum eitt av oddafólkunum. Bárður á Steig Nielsen atkvøddi sjálvur ímóti málinum um fría forsturtøku í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-17 20:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er sum skilst als ikki fallið í góða jørð hjá øllum í Sambandsflokkinum, at tinglimurin Eyðdis Hartmann Niclasn eftir øllum at døma fer at standa sum ein av fýra uppskotsstillarum, tá uppskotið um at broyta fosturtøkulóggávuna eftir øllum at døma verður lagt fyri Løgtingið aftur um eina viku.

Sambært Frihedsbrevet vera uppskotsstillararnir úr teimum trimum samgonguflokkunum, umframt úr Sambandsflokkinum.

Les eisini: Fosturtøkumálið kemur aftur á breddan í næstu viku

Sum vit skrivaðu um í morgun, so elvir hetta til eitt ávíst sundirlyndið í flokkinum. 

Eyðdis Hartmann Niclasen og Jóhan Dahl atkvøddu fyri, tá málið kom fyri í fjør, men tað er eingin ivi um, at man aðrastaðni í tingbólkinum ikki vil hava málið fram aftur - og so slett ikki við einum tinglimi hjá Sambandsflokkinum sum eitt av oddafólkunum.

Hetta kann fáa avleiðingar í tingbólkinum, men eisini í lokalfeløgunum kring landið.

Portalurin skilur, at ónøgdin er stór; serliga norðanfyri og eystanfyri Havnina. Har hava fleiri perónar hótt við at taka seg úr flokkinum, um hetta gerst veruleiki.

- Onga almenna viðmerking fyrr enn vit hava viðgjørt málið endaliga innanhýsis

Tað fer helst at henda okkurt í komandi døgunum, men har kemur eingin almenn útmelding frá Sambandsflokkinum - enn.

Portalurin hevur í kvøld verið í samskifti við formann floksins Bárður á Steig Nielsen.

Hann kann bert staðfesta, at hetta er eitt mál har sterkar kenslur eru uppá spæl báðar vegir. Annars hevur Bárður á Steig Nielsen ongar almennar viðmerkingar til málið, fyrr enn tað er viðgjørt endaliga innanhýsis.

Sum skilst verður hetta gjørt í einum av næstu døgunum.

Sambært kanning, sum Spyr hevur gjørt fyri Portalin, eru veljarar hjá samgonguflokkunum fyri, at málið um fosturtøkulógina skal leggjast fram aftur. Hinvegin eru tveir triðingar av spurdu andstøðuveljarunum ímóti hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder