Innanlands

Fosturtøkulógin til fyrstu viðgerð hósdagin seinnapartin

Tað verður seinasta málið á skránni á tingfundinum 25. september

Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttir eru millum uppskotsstillarnar. Uppskotið er so at siga júst tað sama sum í fjør. Tó er

Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttir eru millum uppskotsstillarnar. Uppskotið er so at siga júst tað sama sum í fjør. Tó er "etiski klasulurin" hjá heilsustarvsfólki við

2025-09-23 16:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt av málunum, sum varð lagt fram á stutta tingfundinum í dag har fá tingfólk vóru til staðar, var fosturtøkumálið.

Les eisini: Fosturtøkumálið verður lagt fram aftur

Tað er so at siga tað sama, sum Bjarni Kárason Petersen legði fyri Løgtingið í fjør.

Felda málið (15-15 í atkvøðum) verður roynt aftur, nú samansetingin í júst tingbólkinum hjá landsstýrismanninum í lógarmálum. Hesaferð eru tað fýra tingfólk, ið leggja málið um fría fosturtøku til og við viku 12 fram:  Ingilin Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum, Karlot Hergeirsson úr Framsókn, Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi og Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum.

Uppskotið er so at siga júst tað sama hesaferð. Tó er "etiski klasulurin" hjá heilsustarvsfólki við -  møguleikin at verða frítikin fyri at fremja ella viðvirka til fosturtøku. Hetta var nakað, sum varð mælt til at fáa við í fjør eisini.

Til ber at lesa uppskotið her

Móti endanum av dagsins tingfundi las Jóhannis Joensen frá formanssessinum skránna upp fyri tingfundin hósdagin 25. september. Har er fosturtøkumálið millum tey níggju málini - ta síðsta í tí sum kann gerast ein ógvuliga drúgvur tingfundur.

[object Object]

Skráin fyri hósdagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder