Mentan

Føstulávintsdansur í bygdahúsinum á Strondum

Til dansin, sum verður leygarkvøldið 26. februar, kemur Sommerson Band at spæla

(Mynd: Sjóvar kommuna)

(Mynd: Sjóvar kommuna)

2022-02-21 15:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið 26. februar verður skipað fyri føstulávintsdansi í bygdahúsinum á Strondum.

Tað verður orkestrið Sommerson Band, sum fer at spæla góðan dansitónleik, og møguleiki er at hita upp áðrenn dansin við búffi í lítlasali, skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðuna.

Dansurin byrjar klokkan 23.30, og atgongumerki fáast við dyrnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder