
Í gjár boðaði ukrainski forsætisráðharrin, Denys Sjmyhal frá, at hann leggur frá sær.
Hendan fráboðanin kom dagin eftir, at forsetin, Volodymyr Zelenskyj boðaði frá á sosiala miðlinum X, at hann vildi hava ein nýggjan forsætisráðharra, og at hann peikaði á búskaparmálaráðharran og varaforsætisráðharran, Julija Svyrydenko.
Skal hon yvirtaka forsætisráðharraembætið, skal hetta samtykkjast í ukrainska tjóðartinginum. Tingið fer eftir ætlan at atkvøða um hetta í morgin, skrivar Ritzau.
Zelenskyj hevur eisini skotið upp, at Denys Sjmyhal verður nýggjur verjumálaráðharri. Hann hevur sitið sum forsætisráðharri síðan mars 2020, og harvið er hann tann, sum sambært Rueters, hevur sitið longst sum stjórnarleiðari, síðan Ukraina gjørdist sjálvstøðugt í 1991.
Núverandi verjumálaráðharrin er Rustem Umerov, sum hevur sitið í sessinum síðan september 2023.
Julija Svyrydenko hevur verið ráðharri í stjórnini hjá Zelenskyj síðan november 2021. Zelenskyj skrivar, at hann saman við Svyrydenko hevur umrøtt ítøkilig tiltøk, sum skulu styrkja búskapin, víðka um stuðulstiltøk og økja um vápnaframleiðsluna í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald