Innanlands

Føroyskur tari skal hava vistfrøðiliga góðkenning

Landsstýrið skjýtur upp at hækka játtanina til Heilsufrøðiligu starvsstovuna til vistfrøðiliga merking av tara og taravørum

Mynd: Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Mynd: Umhvørvis- og vinnumálaráðið

2020-10-02 08:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Besta prísin fær bert tarin, sum hevur vistfrøðiliga merking, og tað hevur tí alstóran týdning fyri føroysku alifyritøkurnar at tær kunnu fáa hesa góðkenning í Føroyum, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2021 er lagt fram.

Altjóða áhugin fyri at nýta tara til matna og taraúrdráttir til ymsar hágóðskuvørur er skjótt vaksandi, umstøðurnar at ala tara í Føroyum eru avbera góðar og áhugi er fyri at keypa føroyskan tara í stórum nøgdum fyri góðan prís.

Alilógin bleiv í 2018 broytt so at taraloyvi kundu latast.

– Fyritøkurnar, sum ala tara, hava higartil framleitt á royndarøkjum, men nú fyrstu taraloyvini eru latin, hava fyritøkurnar fingið tryggari karmar og møguleika fyri at vaksa um framleiðsluna. Tí hevur tað stóran skund eisini at fáa vistfrøðiligu góðkenningina upp á pláss, so at tarin og vørur við tara kunnu verða seldar fyri besta prísin, sigur Helgi Abrahamsen sambært heimasíðuni hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum.

Landsstýrið raðfestir í fíggjarlógaruppskotinum at hækka játtanina til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, sum næsta ár fer undir at fáa skipan í lag til vistfrøðiliga merking av tara og taravørum, sum verður góðkend í ES og USA.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder