Mentan

Føroyskur spenningur í X Factor í kvøld

18 ára gamla Tina Mellemgaard skal royna seg í 6 Chair Challenge

(Skíggjamynd: TV2)

(Skíggjamynd: TV2)

2022-02-04 08:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri tveimum vikum síðani sóu vit Kára Fossdalsá fáa ein stól, tá dómarin Martin Jensen skuldi velja sínar seinastu seks luttakarar, sum skuldu víðari frá 6 Chair Challenge.

Í síðstu viku var tað Thomas Blachman sum valdi sínar luttakarar, og sum kunnugt var eingin føroyingur millum teirra. Men í kvøld er aftur spennandi hjá okkum føroyingum at fylgja við.

Kwamie Liv skal í partinum í kvøld taka avgerð um, hvørjar luttakarar hon ynskir at geva ein stól, og taka við sær víðari til bootcamp, sum er síðsti snávingarsteinurin áðrenn beinleiðis sendingarnar.

18 ára gamla Tina Mellemgaard imponeraði dómararnar til upptøkuroydnina

- Tað var gandakent. So ómetaliga vakurt. Takk fyri hesa upplivingina, eg eri rørd, segði nettup Kwamie Liv um upptøkuroyndina hjá Tinu Mellemgaard.

Men støðið er høgt í ár, so tað verður spennandi at síggja. X Factor verður víst klokkan 19 á danska TV2 og klokkan 20:15 í Kringvarpinum. Klárar tú ikki at bíða, sæst nýggjasti parturin longu nú á TV2 Play.

Upptøkuroyndin sæst her:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder