Innanlands

Føroyskur jólatónleikur allan sólarringin

Kringvarpið hevur gjørt eina netrás, har føroyskur jólatónleikur ljómar alt samdøgrið heilt til jóla.

2018-12-11 18:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ert tú millum teirra, sum ikki fær nóg mikið av jólatónleiki, so er ikki at falla í fátt.

Kringvarpið hevur stovnað eina nýggja útvarpsrás á netinum, sum spælir føroyskan jólatónleik út í eitt fram til jóla.

Rásin varð tendrað í morgun.

Hetta er fyrstu ferð, at Kringvarp Føroya tendrar eina aðra rás enn ta siðbundnu útvarpsrásina.

Hugskotið kom í vikuni at royna eina nýggja útvarpsrás. Og av tí at fleiri av okkara lurtarum ynskja meira jólatónleik, var hetta eitt upplagt høvi at royna netrásina, sigur Ivan Niclasen, stjóri.

Rásin liggur tøk á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya. Hon kann hoyrast við at trýsta á leinkið “24/7 Jólatónleikur”, sum liggur á høgra bredda á www.kvf.fo.

- Kringvarp Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder