Mentan

Føroyskur filmur kosin besti heimildarfilmur á Ekko Shortlist Awards

"Vælkomin heim" eftir Mariu Winther Olsen snýr seg um vinfólkini Anna Sofía og Álvur, sum eru flutt niður á Oyrasundskollegiið

2025-11-26 12:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyski heimildarfilmurin "Vælkomin heim" eftir Mariu Winther Olsen varð í gjár kosin besti heimildarfilmur á Ekko Shortlist Awards hjá danska filmstíðarritinum Ekko.

Filmurin snýr seg um Onnu Sofíu Skoradal og Álv av Kák, tveir kvirir (queer) føroyingar, sum eru farnir úr heimlandinum og eru fluttir til Danmarkar, har tey búgva á Oyrasundskollegiinum.

Talan er um endafilmin hjá leikstjóranum á Danska Filmskúlanum. Hon lýsir filmin soleiðis:

– "Vælkomin Heim" er ein søga um eitt serligt vinarband. Ein heimildarfilmur um platoniskan kærleika millum Onnu Sofíu og Álvi. Ein søga um, hvussu tey lekja hvønn annan, teirra fortíð og teirra upphav. Ein søga um vón, svik og sorg.

Filmurin sæst her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder