Innanlands

Føroyskt býlisblað útkomið í dag

Býlið kemur úr saman við blaðnum Kvinna

2019-02-01 09:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag er eitt stórt føroyskt býlisblað komið á hillarnar í handlunum kring landið. Blaðið skal geva íblástur til heimið, sigur blaðstjórin. Talan er um eitt blað á 80 síður, sum kemur út hesa einu ferðina saman við blaðnum Kvinna.

– Vit føroyingar brúka nógva tíð heima, og okkum dámar væl at vera saman við vinum og familju heima hjá okkum sjálvum. Í okkara “Býlið” blaði vóna vit at geva okkara lesarum góðan íblástur til heimið. Til okkara heimliga andahol, har vit hava bestu løturnar, sigur Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri á Kvinnu.

Í blaðnum verður vitjað í nýbygdum summarhúsum við Gróthúsvatn á Sandi. Eisini eru seks samrøður í blaðnum um ymsar mátar at innrætta ein køk og vit síggja eina endurnýggjan av einum gomlum vesi. Vitjað verður eisini í einum føroyskum heimi á Præstø í Danmark og í trimum summarhúsum í Kvívík.

Kvinna – saman við eykablaðnum Býlið – fæst til keyps í sølubúðum kring landið í dag. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder