Føroyskir bryggjarar hava tørv á felags rødd

Ynski eru um at kunna seljar allar vørur frá egnari sølubúð. Tað hevur stóran týdning fyri raksurin hjá nógvum virkjum í Føroyum eftirhondini

(Mynd: Ingi Samuelsen)

(Mynd: Ingi Samuelsen)

2021-07-26 18:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyritøkurnar, sum bryggja og brenna sterkan løg í Føroyum, hava ein tørv á einum samskipaðum netverki, so at teirra áhugamál eisini verða hoyrd, serliga í sambandi við broytingar í rúsdrekkalóggávuni.

Eisini tí, at hesar fyritøkur hava sterk ynski um at ávísar broytingar verða gjørdar. Her verður serliga hugsað um at fáa loyvi at selja egna framleiðslu í egnum sølubúðum.

Millum annað hetta kom fram á eini ráðstevnu um brygging í Føroyum, sum varð hildin á Setrinum í farnu viku.

Upprunaliga var ætlanin, at henda ráðstevnan skuldi haldast úti í Dímun, men hóast sólin skein av heiðum himni í Havn og øllum oyggjunum norðan fyri Skopunarfjørð, so  var ikki komandi út til Dímunar orsaka av mjørka. Heldur ikki var hugsingur um at sleppa út í oynna sjóvegis orsaka av runi í sjónum.

Ráðstevnan varð tí flutt til hølini hjá Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncksgøtu í Havn. Tað var Útoyggjafelagið, sum skipaði fyri tiltakinum í samstarvi við Matkovan, sum er eitt felag hjá Sunnivu Gudmundsdóttir Mortensen, ið samstarvar við føroyskar matframleiðarar, serliga fyri at stimbra burðardygga gastronomi.

Júst brygging kann vera áhugaverd fyri fólk á útoyggj, eins og fólkini á Dímunargarði hava víst á.

Fleiri fyritøkur í vinnuni
Tað er rættiliga nógv fleiri fólk, sum hava vinnuligan áhuga í hesari vinnuni, en ein kanska gevur sær far um.

Innan brygging av øli eru trý bryggjarí virkin í framleiðsluni í løtuni, nevniliga Føroya Bjór í Klaksvík, Okkara á Velbastað og Biskupskelda í Vági.

Í Havn verður skjótt klárt hjá fjórða bryggjarínum, Oy, at fara til verka í vinnubygningi á Hálsi, og onnurt annað slag av brygging er eisini komið so langt, at farast kann undir at bryggja føroyskan mjøð innan langa tíð.

Innan annað slag av sterkum løgi, kann nevnast rótabryggið hjá dímunarfólkunum, fleiri ymsar brennivínsframleiðslur og eisini stórar ætlanir við whiskyframleiðslu, nevniliga ætlanin hjá Einar’s Distillery í Klaksvík og Faer Isle Distillery í Kvívík, sum ger seg til at byrja framleiðslu av ginni í fyrstu atløgu í leigaðum vinnuhølum í Vestmanna.

Neyðugt at selja sjálvi
Á ráðstevnuni, har fleiri av fyritøkum høvdu framløgur og greiddu frá sínum virksemi, kom fram, at tað er alneyðugt hjá fyritøkunum at sleppa at selja sína vøru sjálvi.

Í løtuni hava bryggjaríini loyvi at selja sínar vørur, men bert upp til 5,8 prosent, sum var ovara markið fyri ølbrygging til fyri nøkrum árum síðani, tá henda avmarkingin varð broytt, so at bryggjaríini kundi bryggja sterkari øl, eins og Rúsan eisini slapp at flyta inn øl yvir 5,8 rúmprosent.

Men bryggjaríini sleppa ikki at selja hesi bryggj sjálvi. Øl yvir 5,8 prosent kann bert seljast í Rúsuni. Tí royna bryggjaríini í størstan mun framvegis at halda seg undir hesum 5,8 prosentunum, tí júst sølan úr egnari búð hevur alstóran týdning fyri raksturin og umsetningin hjá fyritøkunum.

Eitt nú byggir konseptið hjá Faer Isle Distillery, har stór byggiætlan liggur klár at fara undir oman fyri Kvívík, í stóran mun á sølu av egnum vørum.

Ein serligur partur av verkætlanini er eitt sokallað ‘visitor-centre’ eins og so nógv onnur whisky-distillarí aðrastaðni hava.

- Júst eginsøla fyllir ein stóran part av umsetninginum hjá nógvum fyritøkum, sum brenna whisky, vístu stigtakararnir á, og tí er tað av alneyðugum týdningi, at tey sleppa av selja vøruna áðrenn farið verður undir at byggja hendan partin av verkætlanini, kom fram. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder