Innanlands

Føroyski lestrarstuðulin verður hin sami sum í Danmark

Tá broytingin kemur í gildi tann 1. august 2026 verður lestrarstuðulin 6.139 kr. skattafríar krónur um mánaðin. Danski lestrarstuðulin er eitt vet hægri, men er samstundis eisini skattskyldugur

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-11-18 16:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lesandi kunnu gleða seg til at fáa 1000 kr. meira í stuðli komandi lestrarár. Tí tá verður lestrarstuðulin hjá teimum, sum eru undir hægri útbúgving í Føroyum, á hædd við danska SU stuðulin.

- Vit vilja hava fleiri at útbúgva seg her heima. Men kappingin um tey ungu er hørð. Tí mugu vit alla tíðina gera tað meira lokkandi at velja Føroyar sum útbúgvingarland. Vit vita frá teimum ungu, at fíggjarligu viðurskiftini hava stóra týdning fyri, hvar tey velja at lesa, sigur Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum.

Tá broytingin kemur í gildi tann 1. august 2026 verður lestrarstuðulin 6.139 kr. skattafríar krónur um mánaðin. Danski lestrarstuðulin er eitt vet hægri, men er samstundis eisini skattskyldugur.

Løgtingið tók undir við uppskotinum til aðru viðgerð í dag, týsdag. Triðja viðgerð verður hósdagin.

Hækkingin av lestrarstuðlinum er ein liður í eini ætlan, sum skal fáa ung at velja Føroyar. Umframt at hækka lestrarstuðulin, verða hølisumstøðurnar á Setrinum bøttar munandi við Kampus-ætlanini á Frælsinum. Í sama grannalagi verða 50 nýggjar lestrar. Og ungdómsíbúðir tøkar komandi lestrarár á Eirargarði.

Eisini liggur í kortunum at seta í gildi leigustuðul komandi ár, so lættari verður at búgva til leigu, sigur Djóni N. Joensen, landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin.

Javnaðarflokkurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder