Innanlands

Føroyingur við í Den store bagedyst

Anna Røskva Strøm skal royna síni kynstur innan bakstur í stóru sendingini hjá Danmarks Radio. Hon er fyrsti føroyingur sum luttekur í "Den store bagedyst".

(Mynd: Carsten Mol / DR)

(Mynd: Carsten Mol / DR)

2026-08-14 10:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Anna Røskva Strøm er ein av teimum tíggju luttakarunum í 15. umfarinum av "Den store bagedyst" hjá Danmarks Radio, sum hevur frumsýning 5. september.

Hon er 34 ár, er av Tvøroyri men býr í Keypmannahavn. Hon útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, men lesur nú ljósmóður.

Anna Røskva Strøm er fyrsti føroyingur, sum luttekur í væl umtóktu DR-sendingini við Timm Vladimir sum verti.

[object Object]Luttakarar, dómarar og vertur í Den store bagedyst (Mynd: Carsten Mol / DR)

Um Onnu skrivar DR, at hon er stolt at vera føroyingur, og at henna kakur og bakstur eru tætt knýttar av føroysku mentanini, hugnanum, felagsskapinum og siðvenjuni.

[object Object](Mynd: Carsten Mol / DR)

Den store bagedyst verður frumsýnt á DR1 og DRTV 5. september. Á DRTV er verður nýggjur partur tøkur leygardagar frá kl. 5 og hann verður sendur á DR1 leygakvøld klokkan 19 føroyska tíð.

[object Object](Mynd: Carsten Mol / DR)

[object Object](Mynd: Carsten Mol / DR)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder