Innanlands

Føroyingur skavaði seg til eina millión í døgurðasteðginum

Talan er um eina kvinnu í 30unum, sum ynskir at vera dulnevnd

Mynd: Danske Spil

Mynd: Danske Spil

2021-03-22 17:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein føroysk kvinna í 30unum vann fyri nøkrum vikum síðani eina mió. krónur í skava-og-vinn spælinum Million Quick hjá Danske Spil.

Tað upplýsir Danske Spil í tíðindaskrivi í dag.

Kvinnan, sum ynskir at vera dulnevnd greiðir frá, at hon onkuntíð keypir sær ein skava-og-vinn seðil, men hon hevði ongantíð trúð, at hon fór at skava seg til so stóran vinning.

– Mann situr har í steðginum á arbeiðsplássinum og skavar ein seðil til 25 krónur. Og brádliga fær mann trý eins, sum merkir, at mann hevur vunnið eina mió. krónur. Eg skal viðganga, at tað var ringt at savna seg aftaná. Og eg hevði eitt sovorið óvanliga stórt smíl restina av degnum. Tað var sera torført at halda maskuni, sigur honn.

Sum áður nevnt, hendi hetta fyri fleiri vikum síðani, og tí hevur dulnevnda kvinnan longu fingið vinningin. Hon greiðir Danske Spil frá, at eitt tað fyrsta hon gjørdi var at fara út til foreldrini at geva teimum ein part av pengunum.

– Tey hava altíð verið har og stuðla mær altíð, eisini um tað stóð illa til fíggjarliga í endanum av mánaðanum. Tað er ikki tí, tey eiga nógvar pengar, og serliga babba hevur arbeitt hart alt sítt lív, so tað er stórt fyri meg at kunna geva teimum nakað aftur.

Nýggi millióningurin ætlar sær at lesa til sjúkrarøktarfrøðing eftir summarferiuna, og tí kemur vinningurin væl við.

– Vanliga hevði eg verið noydd at arbeiða við síðunar av fyri at fáa alt at mæla runt, men nú kann eg savna meg fullkomiliga um lesnaðin, sigur hon.

Kvinnan umhugsar eisini at keypa sær eina íbúð ella eini hús, men hon greiðir frá, at hon eisini fegin vil sleppa at ferðast, tá tað aftur gerst møguligt, so hon noyðist at hugsa eitt sindur um møguleikarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder