Føroyar hava í dag latið aðalskrivaranum í Heimshandilsfelagsskapinum, WTO, umsókn um sjálvstøðugan limaskap. Sostatt er hol sett á tilgongdina at fáa Føroyum sjálvstøðugan limaskap í hesum týdningarmikla altjóða felagsskapi.
- Talan er um eitt stórt stig fyri Føroyar. Tað byggir á umfatandi arbeiði sum, tá ið komið verður á mál, fer at vísa seg at verða virðismikið í áhaldandi arbeiðinum at tryggja marknaðaratgongd fyri føroyskan útflutning á marknaðum um allan heim, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.
Miðað verður eftir, at umsóknin verður viðgjørd á komandi WTO-ráðsfundinum í desember.
- Eg havi eina vón um, at tað fer at bera til at koma á mál við hesum arbeiði innan trý ár, leggur Sirið Stenberg afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald