Innanlands

Føroyar hava nú fast pláss í formansskapinum í Norðurlandaráðnum

Fyrstur í hesum sessi er Johan Dahl, løgtingsmaður

Johan Dahl

Johan Dahl

2026-01-01 14:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frá 1. januar 2026 hava Føroyar fingið fast pláss í formansskapinum í Norðurlandaráðnum. Fyrstur í hesum sessi er Johan Dahl, løgtingsmaður. Í formansskapinum í Norðurlandaráðnum er talið av limum nú økt úr 13 upp í 16 limir, umframt formann og næstformann. Hetta eru umboð fyri allar teir ymisku flokkarnar, og nú eisini tey átta londini, sum eru partur av Norðurlandaráðnum.

Johan Dahl og Erling Eidesgaard, løgtingsmenn, áttu upprunauppskotið, sum formansskapurin í Norðurlandaráðnum síðan tók upp og setti ein arbeiðsbólk at viðgera.

Føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum, Johan Dahl og Høgni Hoydal, løgtingsmenn, eru limir í ávíkavist “Mittengruppen” og “Nordisk grøn venstre”.

[object Object]Høgni Hoydal

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, var frá juni mánað og fram til ársskiftið partur av formansskapinum í Norðurlandaráðnum, umboðandi “Nordisk grøn venstre”.

Finnland tekur við formansskapinum í Norðurlandaráðnum í 2026. Ville Väyrynen verður formaður og Kim Berg næstformaður, báðir úr Finnlandi. Í 2027 eiga Føroyar, saman við Grønlandi og Danmark, formansskapin í Norðurlandaráðnum.

Í ár, 2026, eiga Føroyar, saman við Danmark, formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder