
Føroyar hava framvegis hægsta vinnutíttleikan í Evropa.
Seinastu árini hevur vinnutíttleikin, sum telur hvussu stórur partur av fólkinum er í arbeiðsmegini, ligið støðugt millum 83 og 85 prosent, og í 2024 var vinnutíttleikin millum tey 15 til 74 ára gomlu í Føroyum 85 prosent.
Næsthægsti vinnutíttleikin í Evropa var í Íslandi - 80 prosent. Í Svøríki og Danmark var vinnutíttleikin 74 prosent, meðan hann var 73 prosent í Noregi, skrivar Hagstovan.
Vinnutíttleikin í Føroyum er hægstur í Evropa, bæði hjá monnum og kvinnum, og sermerkt fyri vinnutíttleikan í Føroyum samanborið við onnur lond er, at munurin millum kynini er sera lítil.
Vinnutíttleikin hjá monnum og kvinnum í Føroyum er ávikavist 87 prosent og 83 prosent.
Vinnutíttleikin í Føroyum er hægri í nærum øllum aldursbólkum samanborið við Ísland, Danmark og ES.
Millum tey 15 til 20 ára gomlu er vinnutíttleikin 73 prosent í Føroyum. Til samanberingar er hann í Íslandi 70 prosent, í Danmark 57 prosent og í ES 20 prosent.
Millum tey 65 til 69 ára gomlu er vinnutíttleikin 67 prosent. Hjá 70 til 74 ára gomlum er hann 33 prosent, sum er meira enn tvífaldað av vinnutíttleikanum í Íslandi og Danmark, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald