Innanlands

Føroyar framhaldandi opnar fyri leiting

At fyrigykla sær, at Føroyar kunnu ikki vera grønar, uttan so at øll oljuleiting verður stegðað, er ikki rætt, skrivar Jan Müller í oddagrein

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-12-06 17:30 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Nú vil onkur siga, at tá Danmark gevst við leiting, so er lagamanni, at vit gera tað sama. Men tað er tað ikki. Her ber als ikki til at samanbera. Danir hava longu forvunnið meira enn 500 mia. kr. frá oljuvirkseminum  umframt mongu inntøkurnar hjá nógvu arbeiðsplássunum í oljuvinnuni. Og hartil er at siga, at donsku goymslurnar eru um at verða tømdar. Teir hava tí troytt meginpartin av ríkidøminum í teirra undirgrund.

Teir 9 brunnarnir higartil eru at meta sum ein dropi í havinum. Tú mást bora meira fyri at raka við. Vestan fyri Hetland vórðu nærum 200 brunnar boraðir, áðrenn  rakt varð við. Men hesir hava so megnað at finna fram til tey øki, har oljan goymir seg. So ein kann siga, at oljuboringarnar á bretska landgrunninum í veruleikanum eru partur av fyrireikingini til at finna kolvetni í okkara øki eisini. 

At fyrigykla sær, at Føroyar kunnu ikki vera grønar, uttan so at øll oljuleiting verður stegðað, er ikki rætt. Til ber at fremja orkuskiftið á nógvum økjum  í landinum um somu tíð, sum tú roynir at finna fram til, um kolvetni eru í føroysku undirgrundini.

Øll oddagreinin hjá Jan Müller kann lesast ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder