Innanlands

Hjúnaskilnaðir farnir niður í helvt

30 pør vórðu skild í fjør, tað eru 36 færri enn árið frammanundan

(Savnsmynd: OPHfoto)

(Savnsmynd: OPHfoto)

2026-05-06 11:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

251 pør vórðu vígt í fjør, meðan 30 vórðu sundurlisin. Tað vísa nýggjastu hagtølini fyri vígslur og skilnaðir, sum Hagstovan júst hevur almannakunngjørt.

Talið á vígslum er ikki nógv øðrvísi enn undanfarin ár, tí í 2024 vóru tær 246 og í 2023 243, so talan er um ein lítlan vøkstur.

Hinvegin er stór broyting í hjúnaskilnaðum, har talið er minkað niður í eina halvt. Í 2024 vórðu 66 pør skild, meðan talið í fjør var heilt niðri á 30. Bert einaferð hesi seinastu 30 árini hevur talið á hjúnaskilnaðum verið lægri, vísa hagtølini hjá Hagstovuni. Tað var í 2001, tá 27 hjún fóru frá hvørjum øðrum.

Flestu hjúnaskilnaðir vóru í 2010 tá 131 hjún vórðu skild, og síðan hevur trendurin verið eitt alsamt minkandi tal av hjúnaskilnaðum.

Í løtuni er støðan tann, at 54,3 prosent av fólkinum í Føroyum eru ógift, 36,8 prosent eru gift ella sundurlisin, 4,7 prosent eru fráskild og 4,3 prosent eru einkjufólk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder