Innanlands

Føroyar fáa umboðan í formansskapinum

Føroyskt umboð situr við borðið, tá arbeiðið í Norðurlandaráðnum verður lagt til rættis

(Mynd: Johan Dahl á Facebook)

(Mynd: Johan Dahl á Facebook)

2025-10-30 13:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var føroyskur rómur í ríkisdagssalinum í Stockholm í dag, har Norðurlandaráðið er savnað á síðsta degi á hesum ársfundinum.

Fyrrapartin viðgjørdi ráðið eina broyting í starvsskipanini hjá ráðnum, so at økini, sum fyrr vórðu kallað ‘tey sjálvstýrandi økini’ eisini fáa umboðan í formansskapinum – ‘præsid’et'.

Formansskapurin veksur harvið úr 13 upp í 16, og nú verður nevnt nøvnini á londunum, sum verða umboðað í formansskapinum.

Grein 22 í starvsskipanini ljóðar nú soleiðis (leysliga týtt): ”Formansskapurin er mannaður av forseta, varaforseta og í mesta 16 øðrum valdum limum. Danmark, Finnland, Føroyar, Grønland, Ísland, Noreg, Svøríki og Áland og allir floksbólkarnir skulu verða umboðað.”

Tað var føroyska sendinevndin, sum reisti málið í september í fjør. Málið fekk góða undirtøku beinanvegin, og varð einmælt samtykt tá atkvøtt var um málið í Norðurlandaráðnum í dag.

Árni Gregersen hevði eina beinleiðis samrøðu við Johan Dahl í tíðindunum á FM1 klokkan 12. Samrøðan hoyrist her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder