Innanlands

Føroyar eitt fantastiskt land at búgva í

-Besta tilfeingið, sum vit eiga, er fólkið, sum her býr og evnini at arbeiða saman. Føroyar eru í heimsflokki. Og rætta vit saman skeivleikarnar, sum eru, kunnu vit gerast uppaftur betri. Tí Føroyar eru eitt fantastiskt land at búgva í, segði Sirið Stenberg , landsstýriskvinna í vinnumálum, tá hon setti Vinnudagin í Norðurlandahúsinum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna setir Vinnudagin.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna setir Vinnudagin.

2025-09-19 16:46 Author image
Jan Müller
placeholder

Hon segði m.a.: 

“Umgirdur av idiotum” – er heitið á metsølubókini eftir Thomas Erikson, sum vit fara at hoyra í dag. Eg meini, at heitið sipar til, at vit eru ymsar typur, sum mugu læra at skilja hvønn annan og at velja, hvussu vit reagera uppá, hvussu onnur hugsa og gera. 

Eg eri tó púra rólig, tí her eri eg so sanniliga ikki umgird av idiotum. Tvørturímóti. Eg kenni, at eg eri umgird av heimsins bestu vinnulívsfólkum. Ein frálíkur skari, sum megnar at laga seg til tíðarinnar krøv, og sum strembar eftir at gera tað rætta – búskaparliga og við samfelagssinni.

Í vinnu, politikki og almennari tænastu eru vit eisini fleiri ymiskar typur. Líkasum vit líkjast frá hvørjum øðrum, alt eftir okkara uppvøkstri, starvi, útbúgving, sannføringum og áhugamálum.

Hetta fjølbroytni og margfeldi elva mangan til ósemjur, men tað er eisini við til at gera lívið spennandi, og tað er grundleggjandi fyri nýskapan og framburð. Tað er ikki tá ið alt gongur fram eftir sløttum at vit mennast, men heldur tá ið vit fáa dalar og fjøll við. Krókutu gøturnar eru ikki bara tær mest mennandi, men eisini tær vakrastu. Sum í lívinum kanska?

Vinnan eigur sera stóran lut í at skapa eitt samfelag, har okkara ungu vilja búgva og ala upp næsta ættarlið.

Eitt liviligt, lívligt, trygt og fjølbroytt samfelag.

Eitt samfelag, har tað ber til at fáa eitt starv, sum hóskar til útbúgvingina, ein hevur nomið sær, og har tað er lætt at stovna nýggjar fyritøkur og at finna skikkað starvsfólk.

Eitt samfelag, har fólk við vanligari inntøku hava møguleika at seta føtur undir egið borð júst har í landinum, tey kenna seg heima.

Tíverri eru vit seinnu árini farin nakað av leið. Tað gerst longri millum tey múgvandi, og tey, sum hava ilt við at fáa gerandisdagin at hanga saman. Fólk við vanligari inntøku hava ikki longur ráð at seta føtur undir egið borð. Hetta sæst aftur í bústaðarmynstrinum.

Vit hava eisini tøk at taka á javnstøðuøkinum. Í vikuni var Hagstovan úti við lønarhagtølum, sum vístu, at so nógv tann størsti lønarvøksturin í privatu vinnuni fór til menn. Vøksturin í almenna geiranum fór meira til kvinnur. Hetta er nokk úttrykk fyri siðbundna samfelagnum, tí framvegis er lønarmunurin millum kvinnur og menn stórur.

Tað ávirkar ikki bara nútíðina, men alla lívsleiðina, tí vit nú hava eina pensjónsskipan, sum er tongd at tíni lívsinntøku. Forvinnur tú lítið arbeiðsárini, so verður tú eisini fátækari á ellisárum.

Eg velji at taka javnstøðuna fram, tí at tað er eitt mál, vit í felag mugu virka fyri. Tað gevur okkum øllum eitt betri samfelag, tá ið kvinnur og menn hava somu møguleikar. Tá ið kvinnulønirnar liggja so mikið langt undir mannfólkalønunum í tí privata, og vit samstundis hava tøl fyri, at javnstøðan har eisini haltar, so eiga vit at gera nakað við tað.  Ella vit kunnu hyggja eftir, hvat tað er, tey gera á peningastovns- og tryggingarøkinum, tí har eru tey fyrimyndarlig á javnstøðuøkinum, og vit kunnu hyggja t.d. til Íslands.

Vit kunnu ikki lata eyguni aftur fyri, at vit mangla umleið 2400 kvinnur í Føroyum, og at tað ikki sær út til at hetta broytist. Vit mugu hugsa hvat hesar 2400 kvinnurnar høvdu kunnað givið til samfelagið, og hvat tað er, sum ger, at tær ikki eru her. Ynskja vit eitt burðardygt og haldført samfelag, er hetta ein av lyklunum.

Manglandi javnstøða kann eisini gera, at ung velja at búseta seg í londum, har kynsbýtið á arbeiðsmarknaðinum er munandi betri.

Føroyar kappast við fremstu samfeløg í heiminum. Vit hava ein tann mest flytføra ungdómin í heiminum og tey vita, at heimurin liggur fyri teirra føtur.

Tey vita og tey duga. Tey vita, at í grannalondunum ber til at fáa góð størv, góða løn og góðan bústað. Tey vita, at í grannalondunum er javnstøðan betri enn hjá okkum. Og tey vita, at í grannalondunum er bæði trygt og gott hjá børnunum at vaksa upp. Men grannalandið er ikki Føroyar. Vit hava brúk fyri ungdóminum at byggja land í Føroyum.

Størsta uppgávan hjá okkum øllum somlum, ikki minst politisku skipanini, má vera, at Føroyar verða eitt land, sum dregur fólk at sær, og at vísa øllum teimum sum ivast, at her er gott at flyta aftur til, og at her er gott at vera. Tí her er í mangar mátar so heilt framúr at vera.

Vit skulu varðveita styrkirnar í siðbundna samfelagnum, men sanniliga eisini hugsa nýtt, har tað krevst. Eitt sterkt og mennandi samfelag má vera eitt samfelag, har øll kunnu smíða sær eydnuna góða.

Har ríkidømi og vald ikki eru savnað á nøkrum fáum hondum. Har tað ber til at skapa vinning og vøkstur, uttan at tað skeiklar samfelagsbygnaðin.

Føroyar hava verið eitt samfelag, har tað hevur verið avbera stutt millum verkafólk og stjóra. Ung og gomul, tey múgvandi og tey við vanligari inntøku hava búð lið um lið. Hetta er millum størstu styrkirnar í okkara samfelag, og vit mugu gera alt fyri bæði at varðveita hetta og at gagnnýta tað betur.

Tíbetur hava vit so ómetaliga nógv gott at byggja uppá.

Fyrr í hesum mánaðinum hevði eg tann stóra heiður at vera við føroyskum vinnulívsfólkum, listafólkum, íverksetarum og fyritøkum á heimsframsýningini Expo 2025 í Osaka í Japan. Eg eri veruliga so errin av øllum tí, sum vit, Føroyar, høvdu at vísa fram, og eg veit, at vit kundu havt so nógvar ferðir meira við, um tíðin og plássið høvdu verið til tað. Føroyar vístu seg frá síni bestu síðu.

Vit brúktu afturvendandi TONIK-ráðstevnuna sum savnandi karm, tí at hon júst leggur dent á, at føroysk nýskapan er har, sum allar góðar kreftir møtast. Listafólk og mennarar, íverksetarar, sum royna at fáa íleggjarar, og etableraðar fyritøkur, sum leita sær nýggj viðskiftafólk og íblástur.

Átakið í Japan var eitt lítið, men týdningarmikið, fet á leiðini fyri at fáa betri samstarv og betri marknaðaratgongd í Japan, eins og vit hvønn dag virka fyri betri samstarvi við onnur lond.

Tíbetur hevur tað í hesum árinum eydnast okkum at fáa heilsufrøðiligu protokollirnar upp á pláss bæði við Kina og við Brasil, sum letur upp fyri øktum útflutningi. Hetta eru nýbrot, sum vinnan leingi hevur ynskt sær. Tað er ikki ov nógv at siga, at hetta bar á mál, tí vit eisini hava so góð fólk á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Soleiðis kunnu vit samstarva, og soleiðis treyta tað almenna og tað privata hvørt annað.

Í stríðnum at vinna okkum betri marknaðaratgongd voldar okkara ríkisrættarliga støða mangan trupulleikar. Tað var tí ein sigur, tá hægstirættur fyri kortum staðfesti, at Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugur limur í WTO. Tó, í sama andadrátti verður sagt, at Føroyar framvegis ikki kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í altjóða felagsskapum fyri frælsar tjóðir. Tað er tí skjótt at fáa armarnar niður eftir WTO-sigurin. Nú bretta vit upp um armar og herja á aftur, til vit hava vunnið landi, fólki og vinnu full rættindi í heiminum.

Onkuntíð hugsi eg um trongu ríkisrættarligu støðu okkara, sum støðan var undir einahandlinum. Tann dag, einahandilin varð avtikin, blómaði handilin um allar Føroyar og framburður merktiskt á hvørjum tanga. So stóran týdning hevur tað at kunna handla frítt.

Besta tilfeingið, sum vit eiga, er fólkið, sum her býr og evnini at arbeiða saman. Føroyar eru í heimsflokki. Og rætta vit saman skeivleikarnar, sum eru, kunnu vit gerast uppaftur betri. Tí Føroyar eru eitt fantastiskt land at búgva í.

Við hesum orðum verður Vinnudagurin 2025 settur.

Takk fyri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder