2026-09-05 09:20
Í sambandi við Føroya vakrasta hálvmaraton, sum verður í dag, verður ferðslan í Vágum ávirkað.
Landsverk boðar frá, at Gásadalstunnilin verður stongdur frá kl. 09.30 til 11.30.
Vatnavegurin verður stongdur frá kl. 11:30 til 13:00. Stongt verður frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina á flogvøllinum.
Millum kl. 13.00 og 14.00 verður konvoykoyring, sum Vága bjargingarfelag skipar fyri.
Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi á leiðunum, har renningin fer fram, skrivar Landsverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald