
Føroya Tele hevði eitt sera gott ár í 2024 bæði búskaparliga og tøkniliga. Avlopið eftir skatt var góðar 33 milliónir krónur, stór tøknilig frambrot vóru framd, og tað eydnaðist at minka CO₂-útlátið munandi. Eigarin, Føroya Landsstýri, fær 35 milliónir krónur í vinningsbýti.
Føroya Tele er væl rikið samtak og ein tøknifrøðiligur kjarni í føroyska samfelagnum, sum stendur á tryggum undirstøði. Soleiðis tók formaðurin í samtaksnevndini í Føroya Tele, Bjarni Arnason, saman um rakstrarárið 2024 á aðalfundinum hjá samtakinum í dag.
Raksturin hjá Føroya Tele styrknaði munandi í 2024 sammett við 2023. Avlopið eftir skatt var 33,1 milliónir krónur, og samanborið við 2023, tá yvirskotið var 20,2 milliónir krónur eftir skatt, er talan um ein vøkstur á sløk 64 prosent.
Tøki peningurin hækkaði úr 45,3 milliónum krónum í 2023 upp í 68,5 milliónir krónur í 2024, og raksturin er sum heild vorðin effektivari.
Eginognin hjá Føroya Tele var slakar 516 milliónir krónur pr. 31 desember 2024. Samanumtikið er talan um eitt fíggjarliga sterkt samtak, sum í ár rindar eigaranum, Føroya Landsstýri, 35 milliónir krónur í vinningsbýti.
Allir nevndarlimirnir halda fram eftir aðalfundin í dag. Samtaksnevndin er mannað við fýra limum, sum Føroya Landsstýri velur, og trimum starvsfólkavaldum limum.
Í nevndini eru Bjarni Arnason, formaður, Johnni M. Poulsen, næstformaður, Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Nielsen, sum eru tilnevnd av landsstýrinum. Ólavur Simonsen, Levi T. Nybo og Janus Djurhuus eru starvsfólkvald umboð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald