Innanlands

Føroya Banki tilnevnt tveir varastjórar

Brian Smedemark, rakstrarstjóri, og Arnhold Olsen, fíggjarstjóri, eru báðir tilnevndir varastjórar, meðan Turið F. Arge heldur fram sum forstjóri

(Mynd: Føroya Banki)

(Mynd: Føroya Banki)

2026-04-10 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri at styrkja yvirskipaðu leiðsluna av samtakinum hevur Føroya Banki tilnevnt tveir varastjórar.

Talan er um Brian Smedemark, rakstrarstjóra, og Arnhold Olsen, fíggjarstjóra, boðar bankin frá í tíðindaskrivi.

Brian Smedemark, hevur verið rakstrarstjóri í bankanum síðani 2023, og var stjóri í dótturfelagnum Trygd frá 2018 til 2023. Hann hevur verið partur av samtaksleiðsluni síðani 2019.

Arnhold Olsen hevur starvast í bankanum síðani 2013. Í 2023 gjørdist hann fíggjarstjóri og samstundis partur av samtaksleiðsluni.

Báðir halda teir fram við somu ábyrgdarøkjum sum higartil, og tilnevningarnar hava ikki við sær broytingar í dagligu leiðsluni av samtakinum, sum eisini heldur fram vi Turið F. Arge sum forstjóra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder