– Virksemið hjá samtakinum royndist væl í farna ári, og tað sæst millum annað aftur í hækkandi innlánum, útlánum, realkredittlánum og einum framúr góðum úrsliti hjá dótturfelagnum Trygd.
– Vit hava havt tilgongd av nýggjum kundum og økt kundavirksemi, og harumframt hava bæði húsarhald og fyritøkur sum heild eina sunna fíggjarstøðu, sum sæst aftur í ársroknskapinum. Vit afturføra niðurskrivingar, og hetta er níggjunda árið á rað, at vit gera tað. Vit eru sostatt væl nøgd við gongdina í 2025, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.
Verður hugt eftir inntøkunum, sæst eina lækking í rentuinntøkum, og orsøkin til lækkingina eru mongu rentulækkingarnar í 2024 og í fyrru helvt av 2025, skrivar Føroya Banki.
Rentulækkingarnar hava ávirkað inntøkurnar, men hava samstundis lætt um hjá teimum, sum hava lán í bankanum. Hinvegin so síggjast hækkingar í inntøkunum annars, hóast prísirnir og gjøldini ikki eru hækkað, og hetta vitnar um størri og vaksandi kundavirksemi. Innlánini eru vaksin við 9% og útlánini við 6%, og samlaða vavið á virkseminum er vaksið við 7% í 2025. Ítøkiliga merkir hetta ein støðug tilgongd av nýggjum kundum, og at kundarnir brúka tænasturnar alsamt meira.
10. hvør føroyingur eigur í Føroya Banka
Áleið 5.400 føroyingar eiga í Føroya Banka, og hesir fáa sostatt beinleiðis ágóðan av góðu gongdini. Harafturat eigur Føroya landsstýri 35%, og sostatt fær landið eisini ein stóran part av vinningsbýtinum, skrivar Føroya Banki.
Á aðalfundinum 26. mars verður skotið upp at gjalda parteigarunum samanlagt 202 mió. kr. - 21,04 kr. fyri hvørt partabrævið.
Eftir útlutanina er Føroya Banki framvegis ein væl bjálvaður peningastovnur, ið lýkur øll ásett krøv til kapital, solvens og haldføri.
Verður hugt eftir framtíðarútlitunum, eru tey sum heild góð, og leiðslan væntar, at nettoúrslitið fyri 2026 verður millum 195-235 mió. kr., skrivar bankin.
Ársroknskapurin 2025 í stuttum
- Úrslitið eftir skatt gjørdist 288 mió. kr. samanborið við 310 mió. kr. í 2024.
- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 255 mió. kr. samanborið við 245 mió. kr. í 2024.
- Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 4 mió. kr. Í 2024 vórðu afturførdar 1 mió. kr.
- Útlánini hækkaðu úr 9,1 mia. kr. í 2024 upp í 9,7 mia. kr.
- Realkredittlánini hækkaðu úr 2,7 mia. kr. í 2024 upp í 2,8 mia. kr.
- Innlánini hækkaðu úr 10 mia. kr. í 2024 upp í 10,9 mia. kr.
- Leiðslan væntar, at nettoúrslitið fyri 2026 verður millum 195 og 235 mió. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald